Innanlands

Tanum fær navnið Rescue LÍV

Hetta er sama navnið sum undanfarni bjargingarbátur. Í samband við at bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag verður navngivin av nýggjum verður alment tiltak seinnapartin leygardagin

Tanum skal navngevast av nýggjum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tanum skal navngevast av nýggjum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-07 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum árum síðani keypti Havnar Bjargingarfelag bátin Tanum. Tað er avloysarin hjá Rescue LÍV.

Leygardagin 10. juli klokkan 15 fær bjargingarbáturin navnið Rescue LÍV. Í samband við navngevingina verður alment tiltak í og uttanfyri hølini hjá Havnar Bátafelag undir Bryggjubakka.

Høvið verður millum annað at síggja nýggja bátin, saman við aðrari útgerð hjá Havnar Bjargingarfelag. Hesum boðar LÍV frá.

Eisini verða røður, okkurt lætt til matna, Jens Marni fer at syngja og ymiskt gott verður til børnini. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder