Innanlands

Talið á kanningum hjá Thetis setti aftur met í gjár

1.901 fólk vórðu kannaði fyri korona hjá Thetis í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-08 14:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin gjørdi kanningarstovnurin Thetis 1.143 kanningar, sum var met hjá stovninum. Í gjár kannaði Thetis enn fleiri fólk, og hevur stovnurin sostatt sligið gamla metið frá hósdegnum.

Heili 1.901 fólk vórðu kannaði í gjár, skrivar Thetis á Facebook.

Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis, segði við Portalin í gjár, at talið hevur verið vaksandi, síðan korona aftur varð staðfest í samfelagnum.

Áðrenn ólavsøku tók stovnurin sær mest av at kanna ferðafólk, og lá dagliga talið á kanningum tá á uml. 3-400. Síðan smittan aftur varð staðfest, hava hundraðtals fólk vent sær til teirra.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder