Uttanlands

Talið á deyðum í Italia farið uppum 30.000

243 fólk eru skrásett deyð við COVID-19 seinasta samdøgrið, og er samlaða talið nú 30.201

Fólk Í metroini í Milan, Norðuritalia (Mynd: EPA)

Fólk Í metroini í Milan, Norðuritalia (Mynd: EPA)

2020-05-08 18:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á deyðum við COVID-19 í Italia er nú farið uppum 30.000, upplýsa landsins heilsumyndugleikar í dag.

Seinasta samdøgrið eru 243 fólk deyð, og er samlaða talið á andlátum nú 30.201.

Italia er nú triða landið í heiminum, sum hevur skrásett fleiri enn 30.000 andlát í sambandi við COVID-19. Hini bæði londini eru USA, sum hevur skrásett gott 76.000 andlát, og Stórabretland, sum hevur skrásett 32.241 andlát.

Seinasta samdøgrið hevur Italia eisini skrásett 1.327 nýggir smittutilburðir.

Talið á nýggjum andlátum, nýggjum tilburðum, og innleggingum á intensivu deild er minni í dag enn undanfarna samdøgrið, skrivar Ritzau.

Samlaða talið á skrásettum smittutilburðum er 217.185, gott 88.000 eru smittað í løtuni, og uml. 99.000 fólk eru vorðin frísk. 1,7 mió. kanningar eru gjørdar í Italia higartil. Í landinum búgva gott 60 mió.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder