Innanlands

Taks flutt føroyingum góðar 52 milliónir í dag

Avlopsskatturin er á kontu í dag

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-25 22:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

18.109 borgarar hava í dag fingið ella fara at fáa tilsamans 52.483.335 krónur á sína kontu.

Skattauppgerðin hjá 21.242 borgarum passaði, og tey skulu tí ikki rinda írestandi skatt og fáa ei heldur nakran avlopsskatt.

Men 18.109 borgarar rindaðu ov nógv, og í alt er talan um 52.483.355 krónur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.708 í tali, og skulu rinda írestandi skatt á 4.743.696 krónur.

Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar.

placeholder
placeholder