Innanlands

Tætt val í Kunoy

Kunoyarlistin fekk 50 og Haraldsundslistin 48 atkvøður. Bara nýggj fólk í bygdaráðnum

Kunoy (Mynd: Arne List)

Kunoy (Mynd: Arne List)

2020-11-10 20:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Valið í Kunoyar kommunu gjørdist ógvuliga tætt.

Listin mannaður við fólki búsitandi í Kunoyarbygd fekk 50 atkvøður, tvær atkvøður fleiri enn hin listin, mannaður við Haraldssundsfólki.

Sostatt er javnvágin tann sama, tríggir kommunustýrislimir til fólkini vestantil og tveir til tey eystantil á oynni.

Eisini millum toppskorarnar er ógvuliga tætt.

Poul Jacob Poulsen á lista A fekk 19, Gunnhild Dahl Niclasen, B, fekk 18, Jóhannes C. S. H. Johannesen, A, fekk 17, Rasmus Magnusson, B, 16 og Hans Pauli Purkhús, A, fekk 12 atkvøður.

Øll tey valdu eru nývald.

[object Object]
Gunnhild Dahl Niclassen, forkvinna í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi og nývaldur limur í umboðsráðnum hjá Betri-samtakinum, er nýggjur limur í Kunoyar bygdarráð

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder