Á løgtingsfundi í dag kemur eitt mál um yvirtøku av løgreglu, ákæruvaldi og brotsmálaumsorgan (kriminalforsorg) til fyrstu viðgerð.
Tað er Tjóðveldi, sum við eini lítlari broyting í galdandi Ræðislóg (løgtingsmál um ræði á málum og málsøkjum), ynskir at fremja eina yvirtøku, sum sambært flokkinum hevur alstjóran týdning “fyri at menna Føroyar sum tjóð og veruligt fólkaræði”.
Uppskotið hjá Tjóðveldi miðjar eftir, at málsøkini løgregla, ákæruvald og brotsmálaumsorgan verða tikin heim undir føroyska ábyrgd frá 1. januar 2028.
Flokkurin metir, at rakstrarkostnaðurin av hesum uppskoti verður 155 milliónir krónur tað fyrsta árið.
Løgtingið verður sett klokkan 13 í dag. Umrødda málið frá Tjóðveldi er sett á skrá sum tann fjórða og seinasta og seinasta viðgerðin á fundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald