2026-09-29 14:30
Hósdagin 1. oktober klokkan 17 verða Virðislønir M.A. Jacobsens fyri 2026 handaðar í Aulini í Finsen.
Kvinnukórið Fljóðljóð syngur, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, bjóðar vælkomin. Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar, skrivar Tórshavnar kommuna.
Virðislønirnar, sum verða handaðar, eru:
- M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan
- M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagurbókmentir
- M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir
- M.A. Jacobsens virðisløn fyri annað mentanaravrik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald