Innanlands

Symfoniorkestrið tvífaldaða játtan

Føroya Symfoniorkestur, sum hevur heimstað í nýggja Musikkskúlanum, arbeiðir í løtuni við stóru jólakonsertini, sum eftir ætlan verður 5. og 6. desember

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-11-10 14:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Symfoniorkestur, sum hevur heimstað í nýggja Musikkskúlanum, fekk eina kvart miljón aftrat einmælt játtaða í eykafíggjarlógini, sum varð samtykt í farnu viku.

Føroya Symfoniorkestur arbeiðir í løtuni við stóru jólakonsertini, sum eftir ætlan verður 5. og 6. desember – konsertin er eitt samstarv við allar musikkskúlarnar kring landið og er lýst við fyrivarni, alt treytað av støðuni við korona.

Nýggjárskonsertin er eisini lýst við fyrivarni fyri broytingum, men ætlanin er at nýggjárskonsertin verður 5. og 6. januar 2021.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder