Nevndin í økisfelagnum hjá Norðoya Sjálvstýrisfelag hevur valt Sylviu Thomsen til forkvinnu.
Hini í nevndini eru Lonnie Bengtsen, næstforkvinna, Svend Dahl, peningarøkil, Rúna Sivertsen, skrivari, og Álvur Zachariassen, nevndarlimur.
Sum forkvinna í økisnevndini og umboð hjá flokkinum í býráðnum, sigur Sylvia, at hon í arbeiðinum framyvir fer at leggja serligan dent á at arbeiða fyri fólkavøkstri í Norðoyggjum og at styrkja støðuna hjá Sjálvstýri í økinum. Víðari sigur hon:
– Tað er umráðandi, at Sjálvstýri er sjónligt og virkið í Norðoyggjum. Ikki bara í sambandi við val, men regluliga. Vit skulu vera ein flokkur, sum lurtar, er til staðar og tekur lokal mál í álvara.
Sylvia Thomsen vísir á, at eitt av høvuðsmálunum verður at fáa fleiri fólk við í arbeiðið og at skapa góðar karmar fyri politiskt kjak og virksemi í økinum.
Norðoya Sjálvstýrisfelag fer at arbeiða við ymiskum tiltøkum og aktivitetum, sum skulu styrkja støðuna hjá Sjálvstýri í Norðoyggjum og skapa meira lív í lokalpolitiska arbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald