placeholder
Innanlands

Svimjihøllin í Klaksvík nýggjan hitavekslara frá lokalum íverksetara

Heri Schwartz Jacobsen úr lokalu fyritøkuni, Defined Energy hevur ment hitavekslaran síðan 2008, sum eitt íkast til grønu umleggingina

Heri Schwartz Jacobsen, uppfinnari og Torkil Mørkøre, leiðari fyri Svimjihøllina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Heri Schwartz Jacobsen, uppfinnari og Torkil Mørkøre, leiðari fyri Svimjihøllina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-07-02 12:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á býráðsfundi hósdagin samtykti Klaskvíkar býráð at gera eina íløgu í ein hitavekslara til svimjihøllina.

Veitarin av hitavekslaranum er lokala fyritøkan, Defined Energy. Samskift hevur verið millum Klaksvíkar kommunu og fyritøkuna eina tíð, og nú oljuprísurin er met høgur, er rætta løtan at gera hesa íløguna.

Høvuðsmaðurin handan Defined Energy er Heri Schwartz Jacobsen. Heri hevur arbeitt við hugskotinum og ment hitavekslaran síðan 2008, sum eitt íkast til grønu umleggingina.

Hitavekslarin virkar á tann hátt, at hann endurnýtir hitan frá frárensluvatninum, og sparur á tann hátt orku, sum annars hevði skolað út við brúsuvatninum. Tað serstaka við hesum vekslaranum er, at hann nýtir tyngdi - og centrufugal megina fyri at koyra, og av tí sama er nærum ongin streymnýtsla, og í flestu førum heldur ongin tørvur á pumpum ella filtrum.

Vekslarin verður framleiddur av veitarum í Svøríki, Danmark og í Týsklandi. Fyritøkan Defined Energy heldur til í gamla roykivirkinum, og hevur skrivstovu í Norðragøtu.

Hitaveksalarin er mettur at kosta 632.700 krónur. Við verandi nýtslu verður mett at íløgan er vunnin inn aftur eftir seks til átta ár.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder