Uttanlands

Svii ákærdur fyri at njósnast fyri Russland

Talan er um ein 47 ára gamlan mann, sum sigst at hava fingið 28.000 svenskar krónur frá einum starvsfólki á russisku sendistovuni afturfyri viðkvæmar upplýsingar, sum hann fekk gjøgnum sítt arbeiði hjá Volvo og Scania

Mynd: Säkerhetspolisen

Mynd: Säkerhetspolisen

2021-02-22 15:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 47 ára gamal svii er skuldsettur fyri at njósnast fyri Russland. Tað upplýsir svenski ákærumyndugleikin.

Talan er um ein svenskan ráðgeva, sum í einum longri tíðarskeiði hevur latið einum russiskum sendimanni viðkvæmar upplýsingar, sum hann hevði fingið í sambandi við arbeiði hjá Scania og Volvo.

Maðurin varð tikin av svenska Säkerhetspolisen á eini matstovu í Stockholm í 2019. Hetta var í sambandi við, at hann í áravís hevði verið undir illgruna fyri njósning. Á matstovuni hitti hann eitt starvsfólk á russisku sendistovuni.

Sambært Säkerhetspolisen var viðkomandi í veruleikanum frá russisku fregnartænastuni.

Sambært ákæruritinum hevði 47 ára gamli maðurin fingið góða løn fyri upplýsingarnar. Ritzau skrivar, at hann skal hava fingið 28.000 svenskar krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder