Mentan

Svensku vísurnar hjá Regini Dahl framførdar

5.-7. september verður høvi hjá føroyingum at hoyra sangir hjá vælumtókta tónaskaldinum við løgum, sum hann skrivaði til svenskar yrkingar – Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum, í Salt og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

2022-08-22 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 5.-7. september verður høvi hjá føroyingum at hoyra tónleik hjá Regini Dahl, sum tey fæstu munnu kenna.

Hesar dagarnar fara svenski operusangarin Fredrik Zetterström og føroyski klaverleikarin Axel Remmel at framføra sangir hjá vælumtókta tónaskaldinum, við løgum sum hann skrivaði til svenskar yrkingar.

Regin Dahl skrivaði løg til eini 50 yrkingar eftir svensku yrkjararnar Erik Axel Karldfeldt og Gustav Fröding, og royndi seg her við alskyns tónleikasløgum, eitt nú valsi, marsji, romansu, tango og mazurka. Sermerkt við løgunum er eisini, at sangarin og klaverleikarin hava hvør sín sjálvstøðuga leiklut – eins og í lied-tónleiki.

Í sambandi við konsertina verður nýggj nótaútgáva løgd fram, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tað er Regin Dahl-fjepparin Hugin Eide, sum hevur savnað uml. 30 av “svensku” løgunum hjá Regini, og gevur tey út á sínum forlagi. Hans Pauli Tórgarð hevur lagt nótarnar til rættis eftir upprunaligu framførslunum hjá Regini, sum vórðu tiknar upp á band í 1960unum og -70unum. Undan konsertini verður ein stutt framløga av nótaútgávuni.

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum 5. september), í Salt 6. september, og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 7. september. Konsertirnar eru eitt samstarv ímillum hesi trý mentanarhúsini umframt Summartónar og Edition H. Eide.

Atgongumerki fáast á ávikavist nlh.fo (Norðurlandahúsið), salt.fo (Salt) og mh.fo (Mentanarhúsið í Fuglafirði).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder