Innanlands

Svav rúsin av sær á politistøðini

Ein útlendingur hevði fingið ov nógv niðurum og slapp ikki við flogfarinum í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-16 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur havt ein útlending sovandi á politistøðini í nátt.

Talan var um ein persón, sum skuldi av landinum í gjár, men tá hann møtti upp á flogvøllinum var hann so fullur, at hann slapp ikki við flogfarinum, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan tók persónin við sær á støðina, og fór viðkomandi av stað aftur í morgun.

Annars hevur dagurin í gjár sum heild verið friðarligur, verður upplýst. Løgreglan kannar tó eisini eitt harðskapsmál, sum fór fram í miðbýnum í Havn sunnumorgunin.

Les eisini: Maður skuldsettur fyri harðskap móti tveimum persónum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder