Innanlands

Svartur Passat stolin í Hoyvík

Løgreglan eftirlýsir í dag ein VW Passat Limousine

2020-03-07 17:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein svartur VW Passat Limousine, skrásetingarnummarinum VP537 er stolin úr Hoyvík.

Løgreglan eftir lýsir bilin, sum er stolin í tíðarbilinum millum fríggjadagin 6. mars klokkan 03 og í dag, leygardagin 7. mars klokkan 15.

Vinarliga boðað Politinum frá á telefonnummar 114 um tit síggja bilin.

Dagføring 19:41: Bilurin er funnin, boðar løgreglan frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder