2022-03-10 12:50
Grækarismessuhaldið í Runavík byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu úr skúlanum við Løkin og niðan í Skótahúsið.
Har byrjar tiltakið klokkan 15.
Súni Selfoss fer at flyta fram røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir horntónleik.
Harumframt skipa skótarnir fyri stórum páskareggjatombola. Tiltakið er vanliga ein tíma, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald