Innanlands

Sunda kommuna: Útvið 100 milliónir í inntøkum í 2021

Tað vóru yvir fimm milliónir fleiri, enn roknað var við. Raksturin var 71 milliónir krónur, og harvið var rakstaravlopið 26,5 milliónir, ið er 12,2 milliónir fleiri enn væntað. Hetta vísir samtykti ársroknskapurin

Íløgur vórðu gjørdar fyri 10,8 millónir krónur. Løgukarmurin á fíggjarætlanini fyri 2021 var 13,1 milliónir. Størsti parturin av íløgunum vóru til umbygging av kommunuskrivstovuni og til at fyrireika útstykkingar og kirkjugarðar. Harafturat vóru íløgur í millum annað Skúlan við Streymin, kloakk í Haldórsvík og við Norðskála, hølir til musikkskúla og skúlan á Langasandi (Mynd: sunda.fo)

Íløgur vórðu gjørdar fyri 10,8 millónir krónur. Løgukarmurin á fíggjarætlanini fyri 2021 var 13,1 milliónir. Størsti parturin av íløgunum vóru til umbygging av kommunuskrivstovuni og til at fyrireika útstykkingar og kirkjugarðar. Harafturat vóru íløgur í millum annað Skúlan við Streymin, kloakk í Haldórsvík og við Norðskála, hølir til musikkskúla og skúlan á Langasandi (Mynd: sunda.fo)

2022-06-01 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánakvøldið, 30. mai, samtykti býráðið í Sunda kommunu ársroknskapin fyri 2021 á almennum býráðsfundi, ið var hildin í býráðssalinum á Oyrarbakka.

Talan var á mangan hátt um góð úrslit - fyrst og fremst at samlaðu inntøkurnar í fjør vóru 97,7 milliónir krónur Tað vóru 5,4 milliónir, ella 5,9 prosnet hægri, enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2021.

- Samanborið við undanfarna roknskaparár var talan um ein vøkstur á beint yvir tvær milliónir, ið eisini er beint yvir tvey prosent. Inntøkuvøksturin stavar frá einum vøkstri á øllum inntøkupostum – bæði í mun til seinasta ársroknskap og fíggjarætlan, skrivar sunda.fo

Um hugt verður eftir rakstrarútreiðslunum hjá kommununi, so vóru tær 71,3 milliónir. Samanborið við fíggjarætlanina fyri 2021 var hetta 6,6 milliónir, ella 8,5 prosent, lægri. Um sammett verður við ársroknskapin fyri 2020 vaks raksturin við 1,2 milliónum - útvið tveimum prosentum.

Íløgur vórðu gjørdar fyri 10,8 millónir krónur. Løgukarmurin á fíggjarætlanini fyri 2021 var 13,1 milliónir. Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at størsti parturin av íløgunum vóru til umbygging av kommunuskrivstovuni og til at fyrireika útstykkingar og kirkjugarðar. Harafturat vóru íløgur í millum annað Skúlan við Streymin, kloakk í Haldórsvík og við Norðskála, hølir til musikkskúla og skúlan á Langasandi.

Samanlagt vísur ársroknskapurin eitt rakstaravlop á 26,5 milliónir, ið nakað størri enn væntað

- Á fíggjarætlanini fyri 2021 varð roknað við einum rakstraravlopið á 14,3 mió. kr. Eftir íløgur var úrslitið eitt avlop 15,7 mió. kr (RLÚ). Hetta var 14,5 mió. kr. hægri enn mett á fíggjarætlanini fyri 2021 har roknað varð við einum avlopið á 1,2 mió. kr.

Viðvíkjandi skuldini skrivar sunda.fo, at langfreistað skuld var 52,3 milliónir við árslok. Nettoskuldin var 36 milliónir, sum svarar til 46% av skuldarloftinum.

Árrokniskapurin kann síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder