Mentan

Sunda kommuna letur gávu fyri serligt mentanaravrik

Ætlanin er at handa heiðurin á setanarkvøldinum av mentanardøgunum 13. september

2018-08-29 19:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sunda kommuna hevur nú í nøkur ár givið eina gávu til persón ella felag fyri serlig mentanaravrik.

Hetta verður eisini gjørt í ár, og ætlanin er at handa heiðurin á setanarkvøldinum av mentanardøgunum 13. september.

Nevndin sum kommunan hevur sett at lata heiðurin, heitir á borgarar um at senda inn uppskot til hvør skal fáa heiðurin í ár.

Uppskotini skulu sendast inn til Sunda kommunu saman við eini grundgeving. Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Kommunan ger vart við, at nevndin velur millum innkomnu uppskotini, men kann eisini velja ikki at velja nakað av uppskotunum.

Freistin fyri at senda inn uppskot er mánadagin.

Á myndini sæst umboð fyri Leguhúsið í Nesvík, sum fekk heiðurin í 2017.

Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:

2011 Esmar Dahl

2012 Asfinn Sigvardsen

2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík

2014 Johannes Johannesen

2015 Nicolina av Kamarinum (mynd)

2016 Hósvíkar Róðrarfelag

2017 Leguhúsið í Nesvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder