Innanlands

Sunda kommuna: Borgarar kunnu siga sína hugsan um ferðavinnu

Nú kommunan er farin í holt við at dagføra ferðavinnupolitikkin, ber til hjá borgarum at siga sína hugsan um, hvussu ferðavinnan í økinum skal skipast

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-05 15:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú Sunda kommuna er farin í holt við at dagføra ferðavinnupolitikkin, sum varð samtyktur av býráðnum 30. apríl 2018, ber til hjá borgarum at siga sína hugsan umvegis heimasíðuna hjá kommununi.

– Tað er umráðandi fyri arbeiðið at hoyra, hvørjar tankar íbúgvarnir í kommununi hava um ferðavinnu. Vit tosa við fólk í bæði í ferðavinnuni og í øðrum viðkomandi geirum. Eisini bygdafólk, sum búgva í nógv vitjaðu bygdunum í kommununi. Og vit fara eisini at skipa fyri einum borgarfundi í august mánaði, har øll hava møguleika at sleppa til orðanna. Men tað eingin orsøk at bíða, um tú hevur okkurt uppá hjartað, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Fyri nærum tveimum vikum síðani boðaði Sunda kommuna frá, at Margretha Nónklett, ráðgevi varð sett at standa fyri arbeiðnum at dagføra ferðavinnupolitikkin og gera ferðavinnuætlan fyri økið.

Ein partur av arbeiðnum inniber at práta við borgarar og áhugabólkar í økinum, og fyri at røkka so nógvum sum gjørligt er, sum kunnugt, eisini møguligt at siga sína hugsan umvegis heimasíðuna hjá kommununi.

Ferðavinnupolitikkurin hjá Sunda kommunu sæst her.

Les eisini: Ferðavinnupolitikkurin hjá Sunda kommunu skal dagførast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder