Innanlands

Summardái til Daisy framman fyri Mentanarhúsinum

Serligt tyrlupláss lagt út til drotningina í Fuglafirði

2021-07-13 10:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi fríggjadagur verður ein stórur dagur í Fuglafirði. Tá fær býurin vitjan av Margretu drotning.

Tignarliga vitjanin byrjar seinnapartin, tá drotningin kemur til Fuglafjarðar við tyrlu eftir vitjan í Svínoy.

Ongin fastur tyrlupallur er í Fuglafirði, so til endamálið er eitt tyrlupláss sett út á stóra økinum undir Mentanarhúsinum. Og sirkulin har tyrlan skal lenda, er vakurt prýdd sum ein summardái.

Summardáin er blóman hjá Margretu drotning, hvørs kelinavn er Daisy, enska orðið fyri summardáa.

Á vitjan síni í Fuglafirði, skal drotningin millum annað vitjað miðstaðarlundina, Ribarhús, hitta umboð fyri lokala vinnulívið á hábærsligu høvuðsskrivstovuni hjá Framherja og nýggja skúlan í býnum.

Um kvøldið verður døgurði í Mentanarhúsinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder