Innanlands

Summardagar í Vági

Í døgunum 26. juni – 7. juli verður eitt øðrvísi frítíðartilboð fyri børn, sum Vágs Kommuna skipar fyri

2023-04-04 23:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs Kommuna vendi sær seint í januar til foreldur at børnum í 1. til 4. flokki í kommununi. Endamálið var at kanna, um tørvur var á einum skipaðum dagtilboði til børnini eftir at summarferian hjá skúlanum var byrjað, og har foreldrini møguliga ikki enn høvdu fingið feriu frá arbeiðsplássunum. Afturmeldingarnar frá foreldrunum vístu, at tað er ein tørvur á einum skipaðum dagtilboði – serliga tær fyrstu tvær vikurnar eftir, at skúlin er farin í summarferiu.

Vágs Kommuna hevur tí gjørt av, at skipa fyri summardøgum – ella eitt summartilboð til børn – í tvær vikur. Talan verður um eitt øðrvísi, stuttligt dagtilboð – fult við upplivingum, læring og samhaldi í nærumhvørvinum í Vági og kring um í Suðuroynni. Dentur er lagdur á, at øll kunnu vera við. Summardagarnir verða skipaðir av Siri Hovsgarð og Rakul Dahl, ið starvast í Frítíðarskúlanum.

Longu nú kann Vágs Kommuna avdúka, at summardagarnir innihalda hetta: Evnisdag í FabLab, vatndagar í Páls Høll, eitt ironman special edition, fjallatúrar, Snorri Patursson (kostfrøðingur) lærir børnini at matgera lokalar ráðvørur, Janus Dam Guttesen kemur at hava eitt tekniskeið og børnini sleppa at royna kajakkirnar hjá Suðuroyar Kajakk.

Í Vágs Kommunu eru tey sera fegin um góðu undirtøkuna til Summardagarnar. Tað eru 26 børn tilmeldaði til Summardagar í Vági.

Vágs kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder