Innanlands

Súlan fekk motorbrek tá hon skuldi loysa Rituna av: Boð send eftir Tjørnunes

Sildberin sleipaði Súluna til Havnar

Sildberin kom seinnapartin á Havnina við Súluni (Mynd: KVF)

Sildberin kom seinnapartin á Havnina við Súluni (Mynd: KVF)

2019-01-29 21:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan hevur leigað Tjørnunes at røkja leið 58, millum Hvannasund og Svínoy/Fugloy.

Ætlanin var annars at Súlan skuldi setast í sigling fyri Rituna sum er á beding, tí skrúvan hevði fingið skaða.

Men á veg norður gjørdist greitt, at hol var á útstoytinum hjá Súluni, og tí kraftar hon ov lítið. Sildberin var har á leiðini, og fekk sleipað Súluna til Havnar, at hetta skal umvælast, visti Dagur & vika í kvøld.

Báturin hjá Klaksvíkar Sleipistøð, Tjørnunes, siglir tí til Hvannasund og Svínoy í kvøld og helst í morgin eisini. Í øllum førum til Súlan verður klár aftur.

Tjørnunes tekur 12 ferðafólk.

Skrúvan á Rituni verður væntandi liðugt umvæld 12. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder