Uttanlands

Suðurafrika: Talið á skrásettum tilburðum farið uppum hálva millión

Leygardagin vórðu fleiri enn 10.000 tilburðir lagdir afturat

Kvinnur í Suðurafrikanska býnum Johannesburg (Mynd: EPA)

Kvinnur í Suðurafrikanska býnum Johannesburg (Mynd: EPA)

2020-08-02 12:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Suðurafrika er talið á skrásettum smittutilburðum nú farið uppum hálva mió.

– Í dag er talið á fólki, sum eru ella hava verið smittað við COVID-19 í Suðurafrika farið uppum hálvu mió. Samlaða talið, sum er staðfest er 503.290, segði Suðurafrikanska heilsumálaráðið leygardagin.

Í gjár vórðu 10.107 tilburðir lagdir afturat.

Tað eru fýra mánaðir síðani, landið staðfesti fyrsta tilburðin.

Í afrikanska landspartinum eru gott ein mió. fólk staðfest smittað, men serfrøðingar meta, at myrkatalið er stórt, eisini um bert verður hugt eftir Suðurafrika. Sambært lokalum granskarum, er talið á andlátum, sum verða skrásett at vera av natúrligum orsøkum, økt við 60 prosentum.

Hetta bendir á, at talið á koronaandlátum í Suðurafrika er hægri enn tey 8.153, sum eru skrásett.

Sambært Ritzau er tað í Suðurafrika bannað at fara út millum klokkan tíggju um kvøldið og fýra um morgunin. Eisini er søla av rúsdrekka bannað.

Síðst í juli varð avgerð eisini tikin um at steingja skúlarnar í landinum, hóast tað var so stutt síðani, at teir lótu upp aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder