Mentan

Stuttligir lundar í Smiðjuni í Lítluvík

Lundar eru yndismotiv hjá listamanninum, ið yndar at nevna seg “Lundejan”

2022-08-25 13:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag 14 letur listamaðurin Jan Eriksen úr Odense upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole, og hevur haft nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum, gallaríum og á listasøvnum í Danmark.  Eisini hevur hann fleiri ferðir áður  havt framsýning í Føroyum.

Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, har hann hevur fingið sær inspiratión til málningar sínar. Landsløg, bygdirnar og føroysku lundarnir eru tað, sum hevur givið honum størsta listarliga hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara.

Málningarnir  eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum sniðum. Herav kemur eisini listarliga eyknevni hansara “Lundejan”, sum hann sjálvur yndir at nevna seg.

Listaframsýningin hjá Jan Eriksen letur upp í dag og fernisering verður millum klokkan 17 og 19. Opið er hvønn seinnapart til og við týsdagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder