Innanlands

Stremba áhaldandi eftir tryggari ferðslu

Nýggjastu ferðsluhagtølini vísa eisini, at talið á skrásettum ferðsluvanlukkum er minkað seinastu árini

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

2018-09-03 13:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Landsverk arbeiðir áhaldandi við at gera føroyska landsvegakervið tryggari. Betri uppmerking, rumlifoyrur, týðilig skelting og strikur á vegunum skulu millum annað bøta um trygdina hjá teimum ferðandi. Nýggjastu ferðsluhagtølini vísa eisini, at talið á skrásettum ferðsluvanlukkum er minkað seinastu árini.

Ferðsluhagtøl seinastu tjúgu árini vísa, at talið á skrásettum ferðsluóhappum er minkandi. Í 2015 var tó aftur ein vøkstur, meðan talið aftur minkaði í 2016 og 2017. Hetta sæst í nýggjastu ársfrágreiðingini hjá Landsverki, sum kom út fyrr í ár.

Tá hugt verður eftir ferðsluóhappum við fólkaskaða og deyða er talið vaksið nakað aftur í fjør í mun til árið frammanundan.

Talið á deyðum í føroysku ferðsluni liggur um 2-3 fólk um árið. Hetta er væl meira enn í grannalondunum samanborið við fólkatalið. Meðan hini londini liggja um 3-4 deyð fyri hvørja 100.000 íbúgvar, vildi talið á deyðum í Føroyum verið 4-6 fólk, ella umleið ein triðing hægri, skrivar Landsverk á heimasíðuni.

Telja akfør og máta ferð
Fyri at lýsa ferðsluna so neyvt, sum til ber, verða ferðsluteljingar og ferðmátingar gjørdar á landsvegunum. Landsverk hevur á høvuðsvegakervinum fastar teljustøðir, sum skráseta ferðsluna og ferðina hjá akførunum allar dagar í árinum, og arbeitt verður við at fáa sett upp enn fleiri ferðsluteljarar.

Teir flestu teljararnir hjá Landsverki liggja á høvuðslandsvegakervinum, men arbeitt verður við at leggja teljarar út á teir smærru vegirnar, har ferðslan nú eisini økist nógv í sambandi við vaksandi ferðafólkatalið. Í januar 2018 var til dømis settur upp ein ferðsluteljari á Saksunarvegnum fyri at síggja, hvussu økta ferðslan til Saksunar ávirkar vegin har.

Tað framgongur týðiliga í talvuni omanfyri, at ferðslan í landinum er vaksandi. Í tíðarskeiðinum 2012 til 2017 er ferðslan á Kaldbaksvegnum vaksin við 24 prosentum. Sama tíðarskeið er ferðslan um Gøtueiði eisini vaksin við heili 30 prosentum, og sama er galdandi fyri ferðsluna til og frá flogvøllinum í Vágum.
Alt bendir á, at ein orsøk til øktu ferðsluna er vøksturin í tali av ferðafólkum, sum leita sær hendanvegin, tí tað er serliga um summarið, at ferðslan økist munandi.

Myndin vísir, at talið av skaddum í ferðsluni  - eisini deyðum, sveiggjar nakað aftur og fram frá einum ári til annað. Samanumtikið hava ferðsluóhapp við fólkaskaða tó ligið nøkulunda í fastari legu síðani í 2010.

Ferðslan á landsvegakervinum er støðugt vaksin seinnu árini. Grafurin vísir ársmiðalferðsluna á seks støðum á landsvegakervinum. Ársmiðalferðslan er ferðslan í báðar rætningar alt samdøgrið í árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder