Innanlands

Strandferðslan hevur avlýst alla koyring í kvøld

Tað er illa koyrandi millum bygdir, og Landsverk gevst at grava nú klokkan 19. Bussleiðirnar í ymsu kommunum eru eisini ávirkaðar

2023-03-14 18:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvi kavin og vindurin - og harvið jarðroki - hevur órógva samferðsluna allan dagin. Tað hjálpir heldur ikki, at tað er hált, og fleiri vegir hava verið stongdir, og tað verða teir til einaferð í morgin.

Landsverk boðaði fyri løtu síðani frá, at man tekur sær av høvuðsvegunum til klokkan 19, og síðani verða maskinurnar settar fram til í morginárini klokkan fimm. 

Les eisini: Fleiri bygdir avbyrgdar til í morgin

Tað er trupult at koma fram og at grava, og nógvir bilar hava staðið fastir ymsastaðni í landinum í dag. Bygdaleiðir hava sjálvandi verið ávirkaðar av hesum, og seint seinnapartin hevur Strandferðslan so hvørt boðað frá avlýsingum í øllum økjum av landinum vegna vánalig koyrilíkingi.

Sí fult yvirlit á ssl.fo

Koyrt verður ikki meira í kvøld, og spurningurin er so, hvussu tað fer at røkjast í morginárini.

Bussleiðirnar í Klaksvík, í Sundalagnum, í Eysturkommunu, umframt leið 5 hjá Tórshavnar kommunu, eru eisini givnar fyri í dag.

Sí veðrið her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder