placeholder
Innanlands

Strandferðslan boðar frá fleiri avlýsingum

Fyribils er eingin sigling millum Sand og Skúvoy, og í kvøld eru fleiri túrar avlýstir millum Klaksvík og Syðradal og Havnina og Nólsoy

Ternan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ternan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-25 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Boðað varð frá, at avlýsingar og broytingar kundu væntast í samferðsluni vegna veður, og tíðliga í morgun varð boðað frá fleiri avlýsingum á leið 7, og fór Herjólfur á sín seinasta túr av Havnini klokkan 10 í dag.

Nú verður eisini boðað frá, at fyribils eingin sigling er á leið 66 millum Sand og Skúvoy.

Avlýsingar eru eisini á leið 56 millum Klaksvík og Syðradal og á leið 90 millum Havnina og Nólsoy í kvøld.

Á leið 56 verða túrarnir úr Klaksvík klokkan 18.30 og 22.15, og av Syðradali klokkan 18.50 og 22.35 ikki sigldir.

Á leið 90 verður túrurin av Havnini klokkan 22 og úr Nólsoy klokkan 22.25 ikki sigldir. Sjóvarfall og veður kann tó ávirka siglingina á hesari leiðini meira, sigur Strandferðslan, og verður kunnað nærri á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, um fleiri avlýsingar ella broytingar verða.

Hjá Bygdaleiðum eru eisini avlýsingar. Talan er um fleiri túrar á leið 506 millum Trøllanes og Syðradal. Túrarnir av Trøllanesi klokkan 18.15 og klokkan 22 og av ferjuleguni í Syðradali klokkan 18.50 og 22.35 verða ikki koyrdir.

Boðað verður eisini frá avlýsingum mánamorgunin. Á leið 56 verður túrurin úr Klaksvík klokkan 6.40 og av Syðradali klokkan sjey ikki sigldir, og fyrivarni skal takast fyri fleiri avlýsingum.

Á leið 506 verður túrurin av Trøllanesi klokkan 6.25 og av ferjuleguni í Syðradali klokkan sjey ikki koyrdur.

Strandferðslan boðar eisini frá, at roknast kann við broytingum ella avlýsingum á leið 90 mánadag fyrrapart.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder