2020-02-15 10:24
Nógvi vindurin hevur aftur í dag við sær broytingar og avlýsingar á oyggjaleiðunum hjá Strandferðsluni.
Á heimasíðuni hjá Strandferðsluni verður boðað frá, at túrurin hjá Teistanum úr Skopun klokkan 12.30 og túrurin av Gomlurætt klokkan 13.15, ikki verða sigldir í dag.
Fyri veður siglir Ternan heldur ikki túrin úr Havn klokkan 12.30 og túrin klokkan 13 úr Nólsoy.
Spógvin siglir eisini bert ein túr í dag. Hann fór av Gomlurætt klokkan 8.45. Eisini verður boðað frá, at Jósup siglir fyrsta túrin úr Klaksvík klokkan 17.15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald