Innanlands

Stórur materiellur skaði í ferðsluóhappi á Ánavegnum

Fýra fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar aftaná eitt ferðsluóhapp seinnapartin

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2021-05-19 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun fimm tíðina seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Ánavegnum. Fýra fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, og stórur materiellur skaði var. So stórur, at pláturnar eru tiknar av báðum bilunum.

At síggja til eru teir fýra persónarnir, sum vóru í teimum báðum bilunum, sum rendu saman, komin væl frá tí. Hetta skulu nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum kortini vísa.

Samanstoyturin hendi tá ein bilur koyrdi norðeftir Ánavegnum úr Klaksvík og ímóti Árnafjarðartunlinum. Tá hann skuldi snara av til Ánavegin kemur ein bilur koyrandi suðureftir móti Klaksvík.

Av einari ella aðrari orsøk, snarar tann eini bilurin inn fyri tann, sum koyrir suðureftir, og teir stoyta saman, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Ferðslan varð nakað tarnað eina løtu, men varð leidd av løgregluni í umleið ein tíma meðan bilarnir vórðu ruddaðir av vegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder