Uttanlands

Stórur ísflaki brotnaður av Antarktis

Flakin A-76 er yvir 4.000 ferkilometrar til víddar

2021-05-20 11:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsins størsti ísflaki er brotnaður av ískappanum á Antarktis og flýtur nú í Wedellhavinum, sum er tann stóra víkin við suðurpólska fastlandið, beint sunnan fyri Suðuramerika.

Hetta upplýsir evropeiski rúmdarfelagsskapurin ESA í dag. Ísflakin, ið verður kallaður A-76, minnir í formi um Manhattan verður sagt, men er 70 ferðir størri.

Rørslurnar eru fangaðar á fylgisveinaupptøkum, sum vátta, at tað eisini er talan um størsta ísflaka í heiminum í løtuni.

Flakin er umleið 170 kilometrar langur og 25 kilometrar breiður, tilsamans 4.320 ferkilometrar. Til sammetingar er tað eitt sindur meira enn víddin á sponsku oynni Mallorka.

Flakin brotnaði av ískappanum, sum eitur Ronne Ice Shelf.

Higartil størsti ísflaki hevur verið a-23A, sum eisini flýtur í Weddellhavinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder