Innanlands

Stórur heiður frá Politico til Guðrið Højgaard

Stjórin í Visit Faroe Islands er komin á fínan lista hjá Politico. Fyrsti føroyingur nakrantíð

Guðrið Højgaard

Guðrið Højgaard

2018-12-03 21:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands er komin á “Politico 28 listan” fyri 2018 saman við 28 øðrum innan politikk, handil, mentan og innan miðlaheimin.

Politico sigur um hesi 28, at tey mynda og flyta Evropa fram. ”Shaping, shaking and stirring the future of Europe”, sigur miðilin.

- Hetta er fyrstu ferð ein føroyingur er við á listanum og havi eg fingið heiðurin fyri mítt arbeiði við at seta eitt lítið og ókent land á altjóða breddan, og samstundis seta nýggjar standardir innan arbeiðsøkið, hóast í altjóða høpi, avmarkaðar fortreytir, skrivar ein fegin Guðrið Højgaard á Facebook í kvøld.

- Eg vígi hendan heiður til míni fantastisku starvsfólk á Visit Faroe Islands, til okkara mongu samstarvsfelagar úti og heima, til politisku skipanina og til FØROYAR! Toymisarbeiði rokkar og viljin er sterkasta svørið, sigur hon.

Onnur, sum eru á listanum eru Niklas Zennström, stovnari av Skype (Svøríki), Ine Marie Eriksen Søreide, uttanríkisráðharri (Noreg) Mattias Tesfaye, Sosialdemokratur (Danmark), Jeremy Corbin, Labour (Bretland) og Pedro Sánchez, forsætisráðharri í Spania.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder