Innanlands

Stórur eldur í sethúsum á Tvøroyri

Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum

2026-01-29 18:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eldur er í einum húsum á Tvøroyri. At síggja til er talan um stóran eld.

Eldurin er ikki sløktur og løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum, tí nógvur roykur er og so sløkkiliðið kann sleppa at arbeiða.

Eitt fólk var í húsinum, og viðkomandi er fingin út í øllum góðum, sigur løgreglan við Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder