Innanlands

Størsti fólkavøkstur í Eysturoy, Vágum og høvuðsstaðarøkinum

Í høvuðsstaðarøkinum er fólkatalið vaksið við 403 fólkum, í Eysturoynni við 275 og í Vágum við 91. Fólkatalið vaks minst í Suðuroynni og Sandoynni við ávikavíst 47 og 3

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2019-10-23 17:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ársskeiðnum 1. september 2018 til 1. september 2019 var fólkavøksturin 938 fólk, og sambært Hagstovuni er vøksturin størstur í miðøkinum (Eysturoy, Vágar, høvuðsstaðurin). Vøksturin er hálvt so stórur í Norðoyggjum, Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin, og í Suðuroy. Sandoyar sýsla stendur mest sum í stað.

Les eisini: Hagstovan: Metstórur fólkavøkstur seinasta árið

Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar sýslu.

Størsti vøksturin var í høvuðsstaðarøkinum við 403 fólkum og í Eysturoy við 275. Síðani koma Vágar við 91 fólkum, Norðoyggjar við 75, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 55, og Suðuroy við 47. Í Sandoyar sýslu eru 3 fólk komin afturat.

Lutfalsligi vøksturin størstur í Vágum
Lutfalsliga var størsti vøkstuin tó í Vágum við 2,5 prosent. Í Eysturoynni var vøksturin 2,4 prosent, og í høvuðsstaðarøkinum var vøksturin 2,1 prosent. Lutfalsligi vøksturin í Norðoyggjum, restina av Streymoynni og í Suðuroynni er nakað lægri. Bæði í Norðoyggjum og í Streymoynni (uttanfyri høvuðsstaðin) var vøksturin 1,2 prosent, og vøksturin í Suðuroynni var 1 prosent. Vøksturin í Sandoynni var 0,2 prosent.

Í Eysturoynni búgva 11.719 fólk, sum er knappliga 23 prosent av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 275 fólk svarar til 29 prosent av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Til samanberingar búgva 20.019 fólk í høvuðsstaðarøkinum, sum er knappliga 39 prosent av fólkatalinum, og vøksturin her var 403 fólk, svarandi til 43 prosent av øllum fólkavøkstrinum.

Í Norðoyggjum búgva 6.204 fólk, ið er 12 prosent av fólkatalinum, men vøksturin her á 74 fólk svarar til 8 prosent av øllum fólkavøkstrinum.

Í Vágum búgva 6 prosent av fólkatalinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9 prosent. Í Suðuroy búgva 9 prosent av fólkatalinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var 5 prosent.

Les meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder