Uttanlands

Størsta afturgongd í amerikanska búskapinum í 70 ár

Amerikanska bruttotjóðarúrtøkan minkaði við 9,5 prosentum frá fyrsta til annan ársfjórðing, ið var merkt av afturlatingini av samfelagnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-31 11:40 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Amerikanski búskapurin var fyri einum stórum hóttafalli í øðrum ársfjórðingi, har koronavirussið gjørdi um seg, og samfelagið var lutvíst afturlatið.

Frá fyrsta til annan ársfjórðing minkaði bruttotjóðarúrtøkan við 9,5 prosentum. Tað er tann størsta minkingin í meira enn 70 ár, har tað eru førd hagtøl fyri gongdina. Tað skrivar Washington Post, sambært DR.

Minkingin á 9,5 prosent er á leið tað sama, sum man sá í Týsklandi, ið hevði eina minking á 10,1 prosent í øðrum ársfjórðingi.

Umframt Bruttotjóðarúrtøkuna, er eisini eitt dapurt tal fyri amerikanska arbeiðsmarknaðin almannakunngjørt. 1,43 milliónir skrásettu seg arbeiðsleysan í síðstu viku. Tað er millum tey hægstu tølini í søguni, men tó lægri enn í byrjanini av afturlatingini.  

placeholder
placeholder