Innanlands

Stórhøllin Føroya Arena stendur liðug í januar 2025

Byggisáttmálin um stórhøllina Føroya Arena varð undirskrivaður í morgun

Fv: Jógvan Emil Nielsen, skrivari, Tróndur Sigurðsson, limur í bygginevndini, Guðrið Højgaard, nevndarlimur og næstforkvinna, Annika Olsen, nevndarlimur, Heðin Mortensen, formaður í nevndini, Elin Heðinsdóttir Joensen, nevndarlimur, og Tummas Justinussen, limur í bygginevndini. Á myndini vanta Niels Mortensen úr bygginevndini, og Bergur Poulsen, nevndarlimur.

Fv: Jógvan Emil Nielsen, skrivari, Tróndur Sigurðsson, limur í bygginevndini, Guðrið Højgaard, nevndarlimur og næstforkvinna, Annika Olsen, nevndarlimur, Heðin Mortensen, formaður í nevndini, Elin Heðinsdóttir Joensen, nevndarlimur, og Tummas Justinussen, limur í bygginevndini. Á myndini vanta Niels Mortensen úr bygginevndini, og Bergur Poulsen, nevndarlimur.

2022-09-29 14:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Talan er um ein heildararbeiðstøkusáttmála millum sjálvsognarstovnin Føroya Arena og Articon um bygging av eini stórhøll fyri 243 miljónir krónur.

Prosjekteringin er farin í gongd og sambært avtaluni verður farið at gera lendissarbeiðið longu fyri jól. Sambært tíðarætlanini skal Føroya Arena standa liðug í januar 2025. Vónandi áðrenn.

Føroya Arena hevur eina grundvídd upp á umleið 4.600 m2 . Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd uppá umleið 8.350 m2.

Føroya Arena kann so statt væl hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum í hondbólti eins og landsdystum og altjóða kappingum hjá flestøllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Talan er um ein bygning, sum er lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

Samanumtikið fer Føroya Arena at bjóða øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns.

Tað ber eitt nú til at hava eina fulla venjingarhøll hóskvøld, ein A-landsdyst í hondbólti fríggjakvøld, eina stóra konsert leygarkvøld og eitt samfelagsmøti sunnudag. Hetta merkir eisini, at virksemið gerandisdagar ikki verður stórvegis ávirkað av størri tiltøkum í vikuskiftunum.

Til hondbóltsdystir verða umleið 2700 sitipláss, til konsertir um 3600 sitipláss ella 4600 standipláss.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder