Mentan

Stórabretland vertur fyri Eurovision næsta ár

Kríggj forðar Ukraina í at vera vertur, og er avtala nú gjørd um, at kappingin skal haldast í landinum, sum endaði á øðrum plássi – Hvørjum býi kappingin verður í, er tó enn ikki greitt

Sam Ryder, ið umboðaði Stórabretland við sanginum

Sam Ryder, ið umboðaði Stórabretland við sanginum "Space Man" gjørdist nummar tvey eftir ukrainska Kalush Orchestra, ið vunnu við sanginum "Stefania" (Mynd: EPA)

2022-07-25 19:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er greitt, at tað verður Stórabretland, sum verður vertur fyri altjóða grandprixnum Eurovision Song Contest næsta ár.

Í juni varð boðað frá, at Ukraina, sum vann kappingina í mai, ikki kundi vera vertur fyri kappingini, av tí at kríggj er í landinum, og tí fór EBU at samráðast við bretska BBC um at hava kappingina á bretskari jørð, av tí at Stórabretland gjørdist nummar tvey í kappingini eftir Ukraina. Partarnir boða so frá í dag, at avtala er gjørd um, at Eurovision Song Contest 2023 verður í Stórabretlandi.

Í vikuni verður farið undir at finna útav, í hvørjum bretskum býi kappingin skal haldast.

Í tíðindaskrivi á heimasíðuni Eurovision.tv verður sagt, at Ukrainska sjónvarpsstøðin UA:PBC fer at samstarva við BBC um kappingina, og eins og siður er fyri vinnaralond, fer Ukraina beinleiðis í finaluna næsta ár saman við teimum fimm stóru londunum, sum geva størsta fíggjarliga ískoytið til EBU – Frakland, Týskland, Italia, Spania og Stórabretland.

Stórabretland hevur verið vertur fyri Eurovision sangkappingini átta ferðir, og fýra ferðir var tað orsakað av, at tað ikki bar til hjá vinnandi landinum at skipa fyri kappingini. Seinast Eurovision var í Stórabretlandi var í 1998, tá kappingin varð hildin í Birmingham.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder