Uttanlands

Stórabretland tryggjar sær stórar mongdir av koppingarevni móti Korona

Stórabretland hevur tryggjað sær 230 milliónir skamtar av møguligum koppingarevni móti Korona

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-20 16:12 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Stórabretland hevur undirskrivað avtalur, ið tryggja landinum 90 milliónir skamtar av møguligum koppingarevni móti Covid-19. Tað boðar bretska vinnumálaráðið frá mánadagin, sambært DR.

Landið hevur gjørt tvær avtalur. Tann eina er við lívtøkni-fyritøkurnar Pfizer og BioNTech, ið saman eru í holt við, at menna eitt koppingarevni móti Covid-19. Stórabretland hevur tryggja sær 30 milliónir skamtar av hesum møguliga koppingarevninum.

Eisini er ein avtala gjørt við fronsku fyritøkuna Valneva um 60 milliónir skamtar einum koppingarevni, ið tann fyritøkan er í ferð við at menna. Harafturat hevur Stórabretland tilskila sær at fáa 40 milliónir afturat, um koppingarevni vísur seg at vera trygt og úrslitagott.

Stórabretland hevur áður almannakunngjørt ein avtalu við fyritøkuna AstraZeneca um 100 milliónir skamtar av møguligum koppingarevni.  

Harvið hevur Stórabretland nú tryggjað sær trý ymisk sløg av møguligum koppingarevnum, ið gevur landinum tilsamans 230 milliónir møguligar skamtar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder