Uttanlands

Stórabretland: Skjótt skulu ferðandi í sóttarhald á gistingarhúsi

Ferðandi úr fleiri enn 30 londum skulu frá 15. februar í sóttarhald á gistingarhúsi fyrstu tíggju dagarnar eftir komu – Endamálið er at forða fyri spjaðingini av nýggjum frábrigdum av korona

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-02-05 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá 15. februar skulu ferðafólk úr fleiri enn 30 londum, sum koma til Stórabretlands, í tvungið sóttarhald á gistingarhúsi, boðaði bretska stjórnin frá í gjár.

Endamálið við hesum tiltaki er, sambært bretska heilsumálaráðnum, at forða fyri, at nýggj frábrigdi av koronavirusninum spreiða seg og harvið seta bretsku koppsetingarætlanina í vanda.

Kravið um tíggju dagar sóttarhald á gistingarhúsi umfatar ferðandi úr Portugal, fleiri suðuramerikanskum og suðurafrikanskum londum, umframt ferðandi úr Sameindu Arábisku Emiratinum. Hesi londini verða nevniliga roknað sum sera vandamikil øki.

Ferðandi, ið koma aðrastaðni frá, skulu framhaldandi í sóttarhald í tíggju dagar eftir komu, men hjá hesum er ikki krav, at tað skal vera í gistingarhúsi, skrivar Ritzau.

Bretska stjórnin boðaði longu frá ætlanini um tvungið sóttarhald á gistingarhúsi í januar, men tá varð ikki ásett, nær hetta fór at koma í gildi.

Sóttarhaldskravið er serliga galdandi fyri bretskar ríkisborgarar, sum koma heim úr nevndu londunum, umframt persónar við føstum bústaði í Stórabretlandi. Innferðarforboð er longu sett í verk fyri onnur ferðandi.

Sambært BBC er bretska stjórnin longu í ferð við at bíleggja túsundatals kømur á gistingarhúsum fyri at gera klárt til tvungna sóttarhaldið. Klárt verður gjørt til, at fleiri enn 1.000 ferðafólk um dagin kunnu fáa innivist.

Ferðafólkini skulu sjálvi gjalda fyri gistingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder