Innanlands

Stóra rúsevnismálið verður tikið uppaftur í morgin

Kringvarpið skrivar, at øll næsta vika er sett av til málið, har tríggir persónar eru ákærdir fyri at smugla næstan eitt kilo av amfetamini og 12,7 kilo av hashi til landið. Sjúka útsetti málið í november

Teir ákærdi hava verið í varðhaldi leingi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Teir ákærdi hava verið í varðhaldi leingi (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-09 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í november 2019 varð roynt at smugla 962 gramm av amfetamini til landið. Rúsevnini vóru í einum bili, og fimm fólk vórðu handtikin í samband við málið. 

Tríggir menn - tveir danir og ein føroyingur - vórðu handtiknir 21. november 2019. Tað eru teir, ið eru ákærdir fyri at hava roynt at smugla næstan eitt kilo av amfetamini til Føroya, umframt 12,7 kilo av hashi.

Les eisini: 
Tríggir menn varðhaldsfongslaðir fyri at hava roynt at smugla næstan eitt kilo av anfetamini

Tveir nokta seg sekar. Tann triði játtar at hava roynt at smugla amfetaminið til Føroya, skrivar kvf.fo

Nevningatingið tikið uppaftur

Málið varð ikki avgreitt í fjør, sum ætlað. Tað varð útsett hálvan november í fjør vegna sjúku, men verður tikið uppaftur í morgin, hósdagin 10. juni, skrivar Kringvarpið.

Øll næsta vika er eisini sett av til málið.

Í januar í fjør segði Linda Hesselberg, ákæri, at møguleiki er fyri, at fongslsrevsingin verður upp til fýra ár. Men tá snúði tað seg bert um amfetamini.

placeholder
placeholder