Sunnukvøldið 27. mars klokkan 19 verður stór stuðulskonsert til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina send sum beinleiðis sjónvarpssending í Kringvarpi Føroya.
Til konsertina spæla fleiri av Føroya bestu tónleikarum, m.o. Eyðun Nolsøe, Lena Anderssen, Signar í Homrum, og Guðrið Hansdóttir. Harumframt verða samrøður og viðkomandi innsløg um flóttahjálparátøk bæði úti í heimi, og her í Føroyum.
Longu nú ber til hjá fólki og fyritøkum at stuðla. Fyritøkur kunnu skráseta stuðulsupphædd á www.hjálp.fo, sum gevur møguleika at koma á rullandi bannaran, sum verður at síggja LIVE undir sendingini. Longu nú ber eisini til at ringja á 905656 og stuðla við 150 krónum, ella lata eina peningagávu umvegis bankan:
Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Konsertin er ókeypis og verður í Lívdini í Hoyvík. Pláss er fyri uml. 600 áhoyrarum, og vónar Reyði Krossur, at tað verður góð uppmøting.
Meira um stuðulskonsertina kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald