Innanlands

Stór sending av koppingarevni kemur seinnapartin

6.800 skamtar av Pfizer/BioNTech koppingarevni koma til Føroya í dag. Gott 4.000 av hesum fara til at endurkoppseta fólk, sum fingu fyrra prikið fyrst í mai

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-16 14:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin kemur nýggj sending við koppingarevni til landið, og Sjúkrahúsverkið boðar nú frá, at tað aftur ber til at bóka sær tíð til koppseting.

Talan er um 6.800 skamtar av Pfizer/BioNTech koppingarevni, og gott 4.000 av hesum fara til at endurkoppseta fólk, sum fingu fyrra prikið fyrst í mai.

Hesi fáa í dag eini sms-boð við einari tíð til seinna og endaliga prikið.

48,4 prosent av fólkatalinum í Føroyum hevur fingið fyrra prikið meðan 27,6 prosent hava fingið seinna prikið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder