Innanlands

Stór handverkaramessa í Hoyvík seinnapartin

44 veitarar sýna fram á handverkaramessuni hjá Bygma Balslev sum er í dag

Tey stákast í morgun fyri at fáa seinastu smálutirnar upp á pláss (Mynd: Bygma Balslev)

Tey stákast í morgun fyri at fáa seinastu smálutirnar upp á pláss (Mynd: Bygma Balslev)

2022-05-20 09:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin klokkan 14 fer stór handverkaramessa av bakkastokki.

Bygma Balslev skipar fyri hesari stevnu á øðrum hvørjum ári, men í 2022 var hon avlýst í síðstu løtu orsakað av koronu. Nú er hon aftur, og verður størri enn nakrantíð. 

Tjøld eru sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoyvík.

44 veitarar verða umboðaðir í ár, og tað er tað mesta higartil. Merkini umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur bjóða fakfólki í byggivinnuni. Talan er um tilfar, amboð, maskinur, klæðir, gólv, vindeygu og annað. 

Nógv serstøk messutilboð eru. Vanligt er at vitjunartalið hevur verið upp í móti 2000 fólkum.

Handverkaramessan verður sett av Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, klokkan 14 í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til klokkan 20. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder