Innanlands

Stór grind sædd út fyri Rituvík

Vit virða tilmælini, so grindin verður ikki hildin til, sigur Karl Johansen, sýslumaður

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

Savnsmynd (Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

2020-05-10 13:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan eitt seinnapartin varð boðað frá, at ein grind varð sædd út fyri Rituvík, men hon verður tó ikki hildin til.

– Talan er um stóra grind, men ógreitt er júst hvussu nógvir hval talan var um, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

Fyri góðum mánað síðani tóku sýslumenninir avgerð um, at eingin grind skuldi haldast til, so leingi sum tilmælini um frástøðu eru galdandi, og tí verður einki gjørt við hesa grindina.

– Vit virða tilmælini, so hon verður ikki hildin til, sigur Karl Johansen við Portalin.

Sambært Jn.fo, er talan um ein bólk av springarum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder