Uttanlands

Stoltenberg: Kríggið í Ukraina kann vara í fleiri ár

Skuldi tað hent, at kríggið fer at draga út, er Nato til reiðar at stuðla Ukraina, sigur aðalskrivarin hjá Nato

Har er avgjørt ein møguleiki fyri, at hetta kríggið fer at draga út í fleiri mánaðir ella ár, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato (Savnsmynd)

Har er avgjørt ein møguleiki fyri, at hetta kríggið fer at draga út í fleiri mánaðir ella ár, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato (Savnsmynd)

2022-04-29 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nato-londini eru til reiðar at stuðla Ukraina í krígnum í fleiri ár, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato.

Nato vil m.a. stuðla Ukraina við at nútímsgera ukrainska herin við nútímans vesturlendskum vápnum í staðan fyri gomul vápn úr sovjettíðini. Skiftið til nútímansvápn og skipanir fer eisini at krevja meira venjing, sigur hann.

– Har er avgjørt ein møguleiki fyri, at hetta kríggið fer at draga út í fleiri mánaðir ella ár, sigur Jens Stoltenberg sambært Ritzau.

Meginparturin av teimum tungu vápnunum, sum Nato-lond higartil hava latið Ukraina eru frá sovjettíðini, men USA og nøkur onnur Nato-lond, m.a. Týskland, eru nú byrjað at senda onnur vápn eisini.

Týskland hevur annars fyrr noktað at senda tung vápn til Ukraina, og hevur týska stjórnin tí verið fyri atfinningum.

Grundgevingin hjá týsku stjórnini hevur higartil verið, at Týskland ikki ynskir eina beinleiðis konfrontatión millum Nato og Russland, men Russland vil vera við, at Nato longu hevur lagt seg uppí kríggið við at stuðla Ukraina við vápnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder