Innanlands

Stolin bilur funnin aftur í Hoyvík – Enn ein bilur eftirlýstur

Bilurin, sum løgreglan eftirlýsti leygarkvøldið, varð funnin aftur sunnudagin, men sama kvøldið eftirlýsti løgreglan enn ein bil

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-28 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið varð ein bláur Opel Astra stolin uttanfyri Høllina á Hálsi í Havn. Eigarin hevði latið bilin standa uttanfyri við lyklinum í, meðan hann fór eitt ørindi inn í høllina, og fekk hann eina bót fyri hetta.

Sunnudag seinnapart boðaði løgreglan so frá, at bilurin varð funnin aftur.

Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn varð bilurin funnin í Hoyvík í góðum standi, og hevði hann staðið har eina góða løtu. Viðkomandi, sum boðaði frá, varnaðist nevniliga ikki beinanvegin, at talan var um stolna bilin.

Sama kvøldið eftirlýsti løgreglan enn ein stolnan bil.

Á Facebooksíðuni hjá løgregluni stendur, at talan er um ein Svartan Citroen C3 frá 2022 við skrásetingarnummarinum EV365. Upplýst verður ikki, hvar í landinum hesin er stolin.

Løgreglan heitir á fólk um at seta seg í samband við tey á telefonnr. 114, um tey síggja bilin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder