Innanlands

Stjórnin í Niðurlondum skal taka útgongubann úr gildi aftur

Hetta varð sett í verk fyri at tálma koronusmittu í landinum, men ein dómstólur hevur givið boð um, at hetta er heimild ikki til

Haag (Mynd: EPA)

Haag (Mynd: EPA)

2021-02-16 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dómstólur í Haag hevur í dag givið stjórnini í Niðurlondum boð um at taka útgongubannið, ið hon fyri stuttum setti í verk, aftur. 

Bannið hevur verið galdandi seint um kvøldi og um næturnar, og tað snýr seg um at tálma útbreiðsluni av koronuvirus í landinum. Stjórnin hevur tó ikki heimild til hetta, og grundarlag er ikki fyri banninum. Hetta hevur dómstóluurin staðfest í dag, sambært altjóða tíðindastovum.

Í løtuni roynir stjórnin í landinum at fáa yvirlit yvir málið, áðrenn viðmerkingar verða gjørdar.

Í Danmark lótu fleiri handlar upp aftur í gjár. Víst verður á, at stjórnin ikki hevur heimild at halda á við at halda alt afturlatið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder