Uttanlands

Stjórnin í Libanon farin frá eftir spreingingina

Uppøst mótmælisfólk krevja eisini at forsetin fer frá.

Mótmælisfólk á gøtuni í Beirut. (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk á gøtuni í Beirut. (Mynd: EPA)

2020-08-11 11:20 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Stjórnin í Libanon er farin frá eftir spreingingina í havnarlagnum í høvuðsstaðnum Beirut týsdagin 4. august. Tað boðaði forsætisráðharrin Hassan Diab frá í tjóðar- sjónvarpi mánadagin sambært tíðindastovuni AP.

Avgerðin hjá stjórnini kemur, eftir at stór øsing hevur verið millum íbúgvararnir í fleiri dagar um tryggleika brek, sum gjørdi, at spreingifimt tilfar fekk loyvi til at vera í goymslu í havnarlagnum í áravís áðrenn tað til endans sprongdist.  

Hassan Diab hevur verið forsætisráðharri í minni enn eitt ár, og var millum annað valdur við stuðli frá shiamuslimska hernaðar felagsskapinum Hezbollah.

Mánakvøldið vóru eisini ógvuslig mótmæli í Beirut. Mótmælisfólkini siga seg vera fegin um at stjórnin er farin frá, men at tað ikki er nóg mikið. Mótmælisfólkini ynskja eisini at forsetin, tingformaðurin og Hezbollah fer frá, samstundis sum tey vilja hava, at øll tann politiska skipanin verður broytt.

Spreingingin týsdagin kravdi 160 fólkalív, umframt at 6000 komu til skaða. 300.000 fólk er vorðin heimleys í Beirut eftir stóru skaðarnar í økinum við havnarlagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder