placeholder
Uttanlands

Stjórnin í Íslandi stendur til at missa valdið

Altingsval verður leygardagin og ein Gallupkanning vísir, at vinstrigrøni flokkurin hjá Katrín Jakobsdóttir verður stóri taparin

Íslendski stjórnarleiðarin, Katrín Jakobsdóttir (Mynd: EPA)

Íslendski stjórnarleiðarin, Katrín Jakobsdóttir (Mynd: EPA)

2021-09-21 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnarflokkarnir í Íslandi standa til at missa meirilutan, nú undan altingsvalinum, sum verður leygardagin.

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Ríkisútvarpið vísir, at stjórnarflokkarnir standa til at missa fimm tingsessir, so teir tríggir flokkarnir fara úr 35 niður í 30 altingssessir, meðan andstøðan fer úr 28 upp í 33 tingsessir.

Stóri taparin er vinstri/grøni flokkurin hjá Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðkvinnu, sum fer úr 11 niður í 6 altingssessir. Stóri samgonguflokkurin, Sjálvsteiðisflokkurin, fer úr 16 niður á 15 sessir, meðan triði samgonguflokkurin, Framsókn, gongur fram úr 8 upp í 9 tingsessir.

Gallupkanningin vísir, at nógvar av atkvøðunum, sum Katrín Jakobsdóttir missir, helst fara til nýggja flokkin á vinstraveinginum, Sósíalistaflokkur Íslands. Sósíalistarnir standa til at fáa fýra altingslimir.

Samfylkingin, sum er íslendski javnaðarflokkurin, gongur fram úr 7 til 8, Píratarnir fara úr 6 upp á 7, Viðreisn hevur størstu framtongd, og fer úr 4 til 6 tingfólk, Flokkur Fólksins varðveitir síni 4 tingfólk, meðan Miðflokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Sigmundi Davið Gunnlaugsson, er einasti andstøðuflokkur við afturgongd – Miðflokkurin fer úr 7 niður í 4 tingfólk sambært hesi kanningini.

Um hetta gerst úrslitið av altingsvalinum leygardagin, so eru atkvøðurnar javnaðar so mikið millum flokkarnar, at tað ikki ber til at skipa meirilutastjórn við trimum flokkum. Tað skulu fýra flokkar til, og harvið kann tað eisini gerast truplari at skipa stjórn.

Bert Sjálvsteiðisflokkurin, Framsókn og Samfylkingin kunnu, sambært kanningini, skipa meiriluta saman í smalari tríflokkastjórn, men Samfylgingin hevur longu frammanundan boðað frá, at flokkurin ikki fer í stjórn við Sjálvsteiðisflokkin. Sostatt er støðan tann sama sum í Føroyum, at javnaðarflokkurin ikki vil í stjórn saman við gamla borgarliga flokkinum.

Og fyri at skipa fýrflokkastjórn, so kann hetta bara gerast við at hava størsta flokkin, Sjálvsteiðisflokkin, við.

So um javnaðarflólkini í Samfylkingini skulu hava vónir um at kunna skipa eina mið-vinstrastjórn, skal tað vera við minst fimm flokkum í samgonguni, sambært veljarakanningini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder