Innanlands

Stjórin í Posta svarar atfinningum aftur

Í lesarabrævi skrivar Joel undir Leitinum millum annað, at Posta ikki "bert er brøv og pitsa", og at tað vóru fleiri viðmerkingar í Breddanum í gjár, ið vísa manglandi vitan um virksemi og virðing fyri stovinum og starvsfólkum tess

- Í staðin fyri at niðurgera virksemi hjá Posta áttu politikkarar at verið ernir av, at tað er eydnast at hava lønsemi í Posta. Posta hevði negativt rakstrarúrslit árini 2007-2011. Síðan 2012 hevur rakstrarúrslitið verið positivt og samlað oman fyri 100 mió. krónur til nú (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Í staðin fyri at niðurgera virksemi hjá Posta áttu politikkarar at verið ernir av, at tað er eydnast at hava lønsemi í Posta. Posta hevði negativt rakstrarúrslit árini 2007-2011. Síðan 2012 hevur rakstrarúrslitið verið positivt og samlað oman fyri 100 mió. krónur til nú (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-01 08:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at stjóralønin hjá Joel undir Leitinum, ið er hækkað, gjørdist almenn í síðstu viku hevur nógv kjak verið alment um hana. 

Millum annað varð hetta viðgjørt í Breddanum hjá Kringvarpinum fyrrapartin í gjár. Fleiri politikkarar vóru gestir, millum annað Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi) og Hendrik Old (Javnaðarflokkurin). Og tað er hugburðurin og viðmerkingarnar hjá hesum báðum, ið Joel undir Leitinum ikki vil finna seg í, og sum fekk hann til knappaborðið í gjár.

- Eyðsýnt var, at hesi bæði ikki hava sett seg inn í virksemi hjá Posta. Viðmerkingar sum “tey bera bara brøv og koyra nakrar pitsur út” vístu ikki bara manglandi vitan um virksemi hjá Posta, men eisini manglandi virðing fyri Posta og teimum nógvu starvsfólkunum, sum arbeiða her. Hetta kann eg sum stjóri á Posta ikki lata fara framvið uttan viðmerking. 

Hetta skrivar stjórin í fyritøkuni í lesarabrævi, har hann millum annað nevnir, at samanberingin við almennar stovnar sum Almannaverkið og Landssjúkrahúsið er undranarvert, tí hesi hava fasta játtan á fíggjarlógini og fastar karmar at virka innanfyri, meðan Posta hinvegin er eitt partafelag í fríari kapping.

Joel undir Leitinum skrivar eisini, at Í fjør var postvirksemi einsamalt 46 prosent av samlaðu søluni hjá Posta, meðan 54 prosent var virksemi í fríari kapping. Júst hetta er, sambært honum, vaksið munandi seinastu árini og víst verður eisini á positiva rakstrarúrslitið.

- Í staðin fyri at niðurgera virksemi hjá Posta áttu politikkarar at verið ernir av, at tað er eydnast at hava lønsemi í Posta. Posta hevði negativt rakstrarúrslit árini 2007-2011. Síðan 2012 hevur rakstrarúrslitið verið positivt og samlað oman fyri 100 mió. krónur til nú.

Alt lesarabrævið kann lesast á lesarin.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder