Mentan

Stella Zachariassen sýnir fram í Lítluvík

Í døgunum 2. - 6. juli hevur Stella Zachariassen málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík – Heitið á framsýningini er Vón, og ynskir listakvinnan, at listaverk hennara skulu bera íblástur og vón

Stella Zachariassen (Savnsmynd)

Stella Zachariassen (Savnsmynd)

2021-06-26 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 2. - 6. juli hevur Stella Zachariassen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Stella Zachariassen hevur í fleiri førum havt málningaframsýning ymsastaðni í landinum, umframt í Danmark, og í løtuni er hon í gongd við eina listaútbúgving.

Heitið á framsýningini er Vón, og ynskir Stella at hennara listaverk skulu bera íblástur og vón.

Framsýningin verður opin frá fríggjadegnum 2. juli til og við týsdagin 6. juli, og opið verður hvønn dag frá klokkan 12.00 – 18.00, tó 14.00 – 18.00 sunnudagin.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder