Mentan

Stella Zachariassen hevur listaframsýning í Vági í september

Framsýningin, ið varpar ljós á sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum, verður í Miðlatúni 19. - 24. september. Til ber at keypa málningarnar og ein partur av søluni verður latin stuðulsbólkinum hjá Sinnisbata í Suðuroy.

Stella sjálv hevur upplivað eitt sindur av hvørjum, sum t.d. at veksa upp í einum kríggjherjaðum landi. Nógvir av hennara málningum endurspegla upplivingar í hennara lívið

Stella sjálv hevur upplivað eitt sindur av hvørjum, sum t.d. at veksa upp í einum kríggjherjaðum landi. Nógvir av hennara málningum endurspegla upplivingar í hennara lívið

2022-08-25 20:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 19. september letur forvitnislig listaframsýning upp í Miðlatúni. Framsýningin varpar ljós á sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum. Tað er listakvinnan Stella Zachariassen, sum gongur undir listanavninum SelviZach Arts, ið hevur framsýningina.

Stella Zachariassen er frá Sri Lanka, men gift føroyingi og hevur búð í Føroyum í 32 ár. Stella hevur málað síðani 2013 og hevur havt ymiskar framsýningar við ymiskum motivum, men í seinastuni hevur hon valt at varpa ljós á sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum, har hon málar motiverandi málningar.

[object Object]

[object Object]

Stella sjálv hevur upplivað eitt sindur av hvørjum, sum t.d. at veksa upp í einum kríggjherjaðum landi. Nógvir av hennara málningum endurspegla upplivingar í hennara lívið. Grundin til, at hon í seinastuni hevur lagt stóran dent á at mála motiverandi málningar er, at hagtøl vísa, at tað eru fleiri og fleiri ung – enn tá børn, sum stríðast við tunglyndi og angist og hava tað trupult. Tí vil hon gera tað hon kann við at mála uppmuntrandi og motiverandi málningar.

Framsýningin kemur at standa frammi til og við leygardagin 24. september, og er opin í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni. Og sjálv verður Stella til staðar mánadagin og leygardagin, meðan framsýningin er. Til ber at keypa málningarnar og ein partur av søluni verður latin stuðulsbólkinum hjá Sinnisbata í Suðuroy.

Vágs kommuna 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder